Author: wplunnar

  • Bygma Open 2024 – Úrslit

    Bygma Open 2024 – Úrslit

    Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra BYGMA OPEN 2024 kappingina, sum varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi  í dag.

    Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.

    Tá talan er um eina OPEN-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavanar Golffelagi. Í dag luttóku tveir yrkisfótbóltsspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf.

    Vinnararnir ið leiktu 18 hol

    Vinnarar 18 hol
    1.plássRógvi Mikkelsen83 sløg
    2.plássLíggjas Jógvansson90 sløg
    3.plássBrandur Hendriksson98 sløg

    Vinnararnir ið leiktu 9 hol

    Vinnarar 9 hol
    1.plássJanus Norðberg44 sløg
    2.plássJulius Johannesen52 sløg
    3.plássKaj Antoniussen55 sløg

    Teir í vóru næstir holunum vóru

    Næstir holinum vinnarar
    Hol 2/11Palli Hendriksen2,45 m
    Hol 5/14Rógvi Mikkelsen0,27 m

    Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30 juni. Henda kappingini er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum.

    Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka BYGMA BALSLEV fyri stuðulin!

  • Vælkomin til Bygma-Open

    Vælkomin til Bygma-Open

    Komandi leygardag, tann 15. juni, verður árliga BYGMA-OPEN kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
    Kappingin verður skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 4/15.
    Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9.00. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 10.30.
    BYGMA BALSLEV letur vinnarunum góðar vinningar.
    Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar teknað seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.
    Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, skal flytast á kontu 6460-421.464.3 ella á kontu
    9181-162.074.8. Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.

    Tilmeldast kann hjá Haraldi á fartelefon 512141 ella hjá Óla Edvardi á fartelafon 255566 í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni kl. 18.00.

  • Úttøka av leikarum til Oyggjaleikir 2025

    Úttøka av leikarum til Oyggjaleikir 2025

    Golfsamband Føroya fer nú undir tilgongdina at taka út ein hóp (upp til fýra menn og fýra kvinnur) at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í døgunum 12. til 18. juli 2025.

    Vit fara at heita á teir íðkarar, sum eru sinnaðir at kappast um at koma við á oyggjaleikaliðið, um at boða formanninum í Golfsambandinum, Inga Samuelsen, frá á teldupostinum ingisam@gmail.com. Vinarliga boðið frá luttøku skjótast gjørligt og innan 25. juni.

    Treytirnar fyri at kunna umboða Føroyar á oyggjaleikum er, at íðkarin er føddur í Føroyum, ella hevur verið búsitandi í Føroyum í minst 12 mánaðir undan oyggjaleikunum. Fyri at vera við til úttøkukappingina verður eisini sett sum treyt, at spælarin hevur max. 28 í handicap, og er limur í góðkendum golffelag, og harvið hevur galdandi handicap-prógv.

    Úttøkan av oyggjaleikaliðinum verður gjørd av nevnd golfsambandsins við støði í trimum kappingum á Glyvursnesi í summar. Talan er um hesar kappingar: Hilton Garden Inn Open 29. og 30. juni, Føroya Banki Open 27. juli og felagsmeistarakappingina hjá Tórshavnar Golffelag 24. og 25. august. Fyri at koma upp á tal til oyggjaleikaliðið, skal íðkari hava luttikið í minst tveimum av hesum kappingum. Til tess at hava samanberingargrundarlag er neyðugt, at spælt verður í tveir dagar hvørja ferð. Tí verður skipað fyri eini eyka úttøkurundu har talan bert er um eina dagskapping (Føroya Banki Open).

    Nevndin í golfsambandinum tilskilar sær rætt til at gera frávik frá hesum krøvum í heilt serligum førum. Nevndin strembar eisini eftir at kunna hava úttøkuna klára skjótast gjørligt eftir at seinasta úttøkukappingin er hildin.

    Henda innbjóðing er sjálvandi eisini galdandi fyri kvinnur. Tað hevur higartil ikki verið kapping millum føroyskar kvinnur um at koma til oyggjaleikaleikakappingarnar í golfi. Til seinastu nógvu oyggjaleikirnar hava vit bert verið umboðað av einari kvinnu, og hava sostatt ikki kunnað tikið lut í liðkappingini. Eru tit vitandi um golfspælandi kvinnur, sum kundu komið upp á tal at umboða Føroyar á oyggjaleikum, eru tit hjartaliga vælkomin at bera hesi boðini víðari.

    vinarliga

    Golfsamband Føroya, nevndin

    Ingi Samuelsen – Bárður Højgaard – Bjarne Jørgensen

  • Foursome-liðkapping

    Foursome-liðkapping

    Í dýrdarveðrinum leygardagin 1. juni varð fyrsta liðkappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

    Kappingin varð skipað sum ein stablefordkappjng á tann hátt, at 2 leikarar eru á hvørjum liði. Hvørt liðið spælir við einum bólti, sum spælararnir skiftast um at sláa. Annar slær út á ólíka holum og hin á líka holum. Handikappini hjá liðfeløgunum verða løgd saman og býtt í 2, síðani rundað upp ella niður.

    Øll liðini spældu 18 hol. Kappingin gjørdist sera jøvn.

    Úrslitið gjørdist:

    Vinnarar 18 hol
    1.plássPalli og Líggjas74,50 stig
    2.plássBjarne og Jón74,50 stig
    3.plássJanus og Petur75,05 stig

    Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku!

    Eftir kappingarskipanini verður BYGMA-Open leikt tann 15. juni.

  • Kappingin 4. mai

    Kappingin 4. mai

    Leygardagin 4.mai var ein golfkapping á Glyvursnes. Veðrið var av tí allabesta at spæla golf í hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.

    Kappingin varð skipað sum ein stablefordkapping við fullum handikappi.

    Tað sjálsama í kappingini leygardagin var, at tríggir teir besta allir fingu 32 stablefordstig. Tá tað stendur á jøvnum í stablefordkappingum, vinnur tann spælarin, ið hevur lægra handikappið.

    So endaliga úrslitið var:

    Vinnarar
    1.plássPalli Henriksen
    2.plássÓskar Eiriksson
    3.plássFinn Larsen

    Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku!

    Holspælið verður spælt komandi dagarnar. Tann 25. mai verður Foursome-liðkappingin spæld.

    • Bygma Open 2024 – Úrslit

      Bygma Open 2024 – Úrslit

      Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra BYGMA OPEN 2024 kappingina, sum varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi  í dag.

    • Vælkomin til Bygma-Open

      Vælkomin til Bygma-Open

      Komandi leygardag, tann 15. juni, verður árliga BYGMA-OPEN kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

    • Úttøka av leikarum til Oyggjaleikir 2025

      Úttøka av leikarum til Oyggjaleikir 2025

      Golfsamband Føroya fer nú undir tilgongdina at taka út ein hóp (upp til fýra menn og fýra kvinnur) at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Orknoyggjum í døgunum 12. til 18. juli 2025.