Bygma Open 2024 – Úrslit

Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra BYGMA OPEN 2024 kappingina, sum varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi  í dag.

Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.

Tá talan er um eina OPEN-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavanar Golffelagi. Í dag luttóku tveir yrkisfótbóltsspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf.

Vinnararnir ið leiktu 18 hol

Vinnarar 18 hol
1.plássRógvi Mikkelsen83 sløg
2.plássLíggjas Jógvansson90 sløg
3.plássBrandur Hendriksson98 sløg

Vinnararnir ið leiktu 9 hol

Vinnarar 9 hol
1.plássJanus Norðberg44 sløg
2.plássJulius Johannesen52 sløg
3.plássKaj Antoniussen55 sløg

Teir í vóru næstir holunum vóru

Næstir holinum vinnarar
Hol 2/11Palli Hendriksen2,45 m
Hol 5/14Rógvi Mikkelsen0,27 m

Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30 juni. Henda kappingini er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum.

Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka BYGMA BALSLEV fyri stuðulin!