Tag: Bygma Open

  • Bygma Open 2024 – Úrslit

    Bygma Open 2024 – Úrslit

    Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra BYGMA OPEN 2024 kappingina, sum varð leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi  í dag.

    Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.

    Tá talan er um eina OPEN-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavanar Golffelagi. Í dag luttóku tveir yrkisfótbóltsspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf.

    Vinnararnir ið leiktu 18 hol

    Vinnarar 18 hol
    1.plássRógvi Mikkelsen83 sløg
    2.plássLíggjas Jógvansson90 sløg
    3.plássBrandur Hendriksson98 sløg

    Vinnararnir ið leiktu 9 hol

    Vinnarar 9 hol
    1.plássJanus Norðberg44 sløg
    2.plássJulius Johannesen52 sløg
    3.plássKaj Antoniussen55 sløg

    Teir í vóru næstir holunum vóru

    Næstir holinum vinnarar
    Hol 2/11Palli Hendriksen2,45 m
    Hol 5/14Rógvi Mikkelsen0,27 m

    Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30 juni. Henda kappingini er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum.

    Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku og takka BYGMA BALSLEV fyri stuðulin!

  • Vælkomin til Bygma-Open

    Vælkomin til Bygma-Open

    Komandi leygardag, tann 15. juni, verður árliga BYGMA-OPEN kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
    Kappingin verður skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini verður kappingin býtt upp í 2 kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á 2/11 og á 4/15.
    Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9.00. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 10.30.
    BYGMA BALSLEV letur vinnarunum góðar vinningar.
    Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar teknað seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.
    Dystargjaldið, ið er kr. 100,00, skal flytast á kontu 6460-421.464.3 ella á kontu
    9181-162.074.8. Kvittanin verður víst kappingarleiðsluni áðrenn kappingin byrjar.

    Tilmeldast kann hjá Haraldi á fartelefon 512141 ella hjá Óla Edvardi á fartelafon 255566 í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni kl. 18.00.